Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Inngarðsútskiftingin í Hesti er endað og førd í matrikul og tingbók

Matrikul og matrikulkort vísa nú broyttu eigindómsskipanina, og tinglýsingin hevur skrásett nýggju eigaraviðurskiftini.

Býtið innangarðs í Hesti varð avgjørt beint fyri jól 2011. Eingin kærdi úrskurðin hjá útskiftingarnevndini, og tískil varð úskifting endalig 3 mánaðar seinni.

Í juni í ár vórðu nýggju markini í bønum sett.  Merkt er fyri tað mesta við koparfliðu í stein ella hellu, men onkur reyðtopputur træpeli er eisini settur.

Matrikul, matrikulkort og tingbók eru førd samsvarandi úrskurðinum.

Skjøl vm. frá útskiftingini í Hesti her.

Les meira um útskifting her.

 

Nærri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna og spyrja eftir Peturi Nielsen, útskiftingarformanni (peturn@us.fo), ella Jógvani Frýdal, útskiftingarmanni (jogvanf@us.fo).