Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Innangarðsútskiftingin á Strondum heldur fram

Umhvørvisstovan setur nú ferð aftur á ta størstu útskiftingina tey seinastu 25 árini. Útskiftingina innangarðs á Strondum.

Í Føroyum eru útskiftingar framdar síðani miðskeiðis í 1920’unum. Nógvar bygdir eru útskiftar, men onkur er eftir. Nú fer Umhvørvisstovan í holt við at savna o.u. 900 matrikulnummur á Strondum, spjadd í umleið 2.300 jarðarlutir, í færri og størri eindir. Arbeiðið fevnir um fleiri ársverk, sigur Petur Nielsen, útskiftingarformaður.
Stranda bygd er víðfevnd og smábýtt. Hon røkkur úr Markrá innan fyri Gjaranes út í Tanga (Raktanga) og norður til Morskranesar. Bygdin er góðar 14 km2 til víddar, og av teimum eru umleið 2½ km2 innlagdir sum bøur, og harvið serskilt matrikuleraðir. Samlaða jørðin er 40 merkur og tveir gyllin, og ognarjørðin er eitt vet størri enn landsjørðin.
Útskiftingararbeiðið byrjar aftur við einum almennum fundi í bygdahúsinum á Strondum, sum verður týskvøldið 18. desember kl. 19.00. Á fundinum verður m.a. greitt frá mannagondini viðvíkjandi útskiftingini, og góðskumetingin (boniteringin) av jørðini verður løgd fram.
Góðskumetingin er sera týdningarmikil fyri útskiftingina, og tí verður gjørt nógv burtur úr júst hesum partinum av útskiftingartilgongdini. Útskiftingarnevndin hevur mett um góðskuna á jørðini og ásett metið í % (prosentum). Fyri hvørt matrikulnummar verður síðani roknað ein “mett vídd”, sum er víddin faldað við metinum á einstøku jarðarlutunum. Henda metta víddin er sjálvt grundarlagið undir skiftinum. Hon er tí avgerandi, tá farið verður at leggja jørðina útaftur og savna hana í størri eindir.
Til tess at geva eigarunum best møguligt innlit í málið, verður góðskumetingin løgd fram á fundinum á Strondum komandi týskvøld. Aftaná fundin ber til at kanna góðskumetingina við at vitja kommunuskrivstovuna á Strondum ella Umhvørvisstovuna á Argjum. Har eru kort tøk, ið vísa ásettu góðskumetingina. Tilfarið verður somuleiðis tøkt á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni (www.us.fo).
Sum nakað nýtt verður metkortið eisini lagt á www.kortal.fo, og soleiðis er gjørligt í frið og náðum at kanna tilfarið.
Limirnir í útskiftingarnevndini eru: Súsanna í Búðini, Velbastaður, Sjúrður Guttesen, Bøur, og Petur Nielsen, sum er formaður. Nevndin væntar at síggja fitt av fólki í bygdahúsinum týskvøldið 18. desember kl. 19.00.
Møguligar viðmerkingar til góðskumetingina skulu vera útskiftingini í hendi innan 15. januar.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna og spyrja eftir Peturi Nielsen (peturn@us.fo), Jógvani Frýdal (jogvanf@us.fo) ella Óla Johansen (olij@us.fo).