Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Hvannhagi vann heiðurin "Sermerkt náttúruøki"

Vinnararnir av Umhvørvisátakinum 2008 vórðu avdúkaðir á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi 26. juni. Virðislønir vórðu latnir fyri “Best røkta bygd”, “Best røkta vinnuøki”, ”Sermerkt náttúruøki” og “Besta átak”.

Sandavágur gjørdist “Best røkta bygd 2008”, Bøur fekk 2. virðisløn og Trøllanes 3. virðisløn.

Tofta havn vann heiðurin fyri “Best røkta vinnuøki” og Hvannhagi vann heiðurin fyri “Sermerkt náttúruøki”. Harafturat var ein heiðursløn latin fyri “”Besta átak” og her vann ókeypis bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu heiðurin.

Brot úr grundgevingunum hjá metingarnevndini:

Best røkta vinnuøki – Tofta havn

Virðislønin fyri Best røkta vinnuøki verður latið einum havnarøkið. Økið er sum heild ruddiligt og væl skipað við ruddiligum bingjuplássi og vælvirkandi móttøkuskipan fyri burturkast frá skipum. Lætt er hjá skipum at sleppa av við burturkasti uttan at gjalda serligan meirkostnað. Skeltingin á økinum er greið og einki spillivatn rennur út í havnabasengið. Tað er eisini jaligt, at nýútbýgda havnarlagið ikki hevur breitt seg um alt økið, men hevur latið ein part av fjøruni ligið órørda.

Á neiligu síðuni kann nevnast, at órudd, gamlir lemmar og líknandi sæst liggjandi á grótkastinum við havnina”.

Sermerk náttúruøki – Hvannhagi

“Fleiri uppskot komu inn og vóru tað serliga tvey økir, sum tóku seg framúr og ringt var at taka dagar ímillum hesi. Men tá smálutirnir skuldu gerast upp fall valið til fyrimuns fyri eitt serliga sermerkt og hugtakandi náttúruøki. Økið liggur avbyrgt og tú sleppur einans hagar til gongu. Jarðfrøðiliga landslagið er sjáldsamt og plantu- og djóralívið í økinum er fjølbroytt, serliga á fjallalíðum, har seyður ikki sleppur framat.

Økið er sum heild óspilt av mannaávum og heldur vónandi fram við at vera tað, væl at merkja um tey neyðugu stigini verða tikin fyri at varðveita tað. Økið er nevnt í visjón 2015 skjalinum, og verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð”.

3. virðisløn, Best røkta bygd – Trøllanes

 “Virðislønin verður latin einari lítlari bygd, sum liggur í serstakliga náttúruvakrum umhvørvi við brøttum líðum og víðum útsýni út á hav. Bygdin er sum heild ruddilig og væl skipað. Gomlu hjallarnir, ið eru væl hildnir, og vøkru rabarbu- og kálgarðarnir geva bygdini ein hugnaligan dám.

Um enn ikki er komið á mál, so er skipanin av kloakk- og spillivatnsviðurskiftunum í bygdini komin áleiðis. Arbeitt verður miðvíst við at fáa hesi viðurskifti í lagi”.

2. virðisløn, Best røkta bygd – Bøur

 “Virðislønin verður latin eini hugnaligari og ruddiligari bygd. Tey hugnaligu gomlu húsini í bygdini liggja tætt bygd millum smøl tún, og eru sum heild væl hildin. Nógv verður gjørt fyri trivnaðin hjá ungum sum eldri, har er t.d. sparkivøllur og trampolin og eitt hugnaligt fríøki við ánna.

Á tí neiligu síðuni so rennur kloakk út av bakkanum og oman á sandin og áin er ikki rein. Hinvegin vigaðu jaligu viðurskiftini so mikið nógv, at metingarnevndin metti júst hesa bygdina hava uppiborið 2. virðisløn í greinini “Best røktu bygd”.

1. virðisløn, Best røkta bygd – Sandavágur

 “Heiðurslønin verður latin einari gamlari bygd, ið kortini ikki stendur í stað. Nógv virksemi er í bygdini og karmarnir fyri felagslívi eru góðir. Nógv verður gjørt fyri at fríðka um, bøgarðarnir eru vakrir og væl hildnir og gamli handilin er gjørdur um til fornminnissavn. Áirnar eru reinar og eitt frítíðarøkið er gjørt við ánna, har tað verður plantað og nýggjar snotuligar brýr eru gjørdar.

Bygdin er sum heild ruddilig og vælskipað. Einki spillivatn frá húsarhaldum verður leitt út í áir, men er íbundið kloakkskipan, sum førir tað út á sjógv. Ynskiligt er tó, at kloakkirnar verða førdar longur út á sjógv, og helst 1 metur undir hægstu fjøru. Sandurin, sum er góðkend hvalvág, er reinur og ruddiligur.

At onnur eisini hava fingið eyguni upp fyri hesi vøkru bygd, hevur bygdarfólkið fingið prógv um tvær ferðir tey seinastu 11 árini, tí bygdin varð kosin Best røkta bygd bæði í 1997 og í 2003.

Tað er týðuligt at bygdafólkið og kommunan framhaldandi ynskir, at bygdin skal liva upp til tann vunna heiðurin og tey hava í hesum sambandi arbeitt miðvíst víðari við at bøta um viðurskifti, ið metingarnevndin vísti á í 2006”.

Best átak – ókeypis bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu

“Nógv uppskot vóru tikin fram í hesum sambandi, men aftaná drúgva umrøða valdi metingarnevndin eitt átak burturúr, ið varð hildið at vera serliga framskygt og at vera ein jalig fyrimynd fyri onnur – eisini í altjóða høpi.

“Endamálið við átakinum er bæði at tálma stóra ferðslutrýsti í miðbýnum og at verja umhvørvið. Velja fleiri borgarar at brúka bussin, verða færri persónbilar í býnum. Hetta merkir aftur minni CO2-útlát og minni dálking”. Talan er um ókeypis bussleiðina hjá Tórshavnar kommunu, sum longu hevur fingið fleiri at velja at koyra við bussi”.