Hvannasunds og Viðareiðis kommuna góðkenda spillivatnsætlan
Nú hava tvær kommunur afturat fingið góðkenda spillivatnsætlan, og eru hesar Hvannasunds og Viðareiðis kommunur. Nú hava sostatt 16 av 30 kommunum fingið spillivatnsætlanina góðkenda av Umhvørvisstovuni.

Út frá eini heildarmeting av upplýsingunum í spillivatnsætlanunum hjá Viðareiðis og Hvannasunds kommunum, verður mett, at spillivatnsskipanirnar í hesum kommunum fara at lúka ásetingarnar í §§ 8-13 í kunngerðini um spillivatn. Hetta merkir, at innan 1. januar 2015, skal alt spillivatn, eftir reinsing, leiðast í afturlatnum spillivatnsskipanum beinleiðis út á sjógv við góðum vatnsskifti, og skal útleiðingin altíð vera í minsta lagi 1 metur undir størstu fjøru. Heldur ikki kann spillivatn leiðast út á økjum við privatum ella vinnuligum virksemi, sum t.d. inni í bátahyljum, innan fyri molar, nærhendis neystum, aliøkjum ella hvalvágum, ella nærhendis serligum frítíðarøkjum og økjum, ið antin eru serliga viðkvom ella hava náttúruvísindaligan týdning.
Góðkenningin fevnir einans um krøv ásett í spillivatnskunngerðini, t.v.s. tann umhvørvisliga partin av spillivatnætlanini. Góðkenningin fevnir ikki um hvørjar tøkniligar loysnir eru valdar og um teknisku viðurskiftini sum heild eru í lagi, so sum dimensionering o.s.fr. Hetta er ábyrgdin hjá kommununi.
Góðkenningarskrivini kunnu lesast her
Almenna lýsingin av spillivatnsætlanunum er her
Les meira um spillivatn og spillivatnsætlanir her.
Góðkenningar kunnu kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra eina góðkenning til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 21. januar 2012.
Nærri fæst at vita við at ringja til Heidi Hansen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo