Hvaðani kemur hvítabjørnin?
Tá børnini komu til heystfagnað í 2004, stóð knappliga ein hvítabjørn fyri teimum á framsýningini. Hvítabjørnin er ikki føroysk, og tað hevur neyvan nakrantíð verið nøkur í Føroyum, hóast umhvørvið í seinastu ístíð fyri 10.000 árum síðani var júst tað, ið hvítabjarnir trívast best í
Men hví er hon so her, og hvaðani kemur hon?
Jú, hon varð skotin í Grønlandi á vári 2001. Konservator Kim Højland á Fyens Naturværksted hevði júst fingið hendur á henni til útstappingar, tá Norðurlandahúsið stóð og manglaði eina hvítabjørn til framsýningina “Veiðimentan í Útnorðri”. Vinnulívsmaðurin Bjarti Mohr hevði játtað at gjalda fyri hana, um hon kundi skaffast. Bjørnin bleiv bíløgd, og fólk kundu síggja hetta tignarliga djórið, tá framsýningin læt upp í 2002.
“Veiðimentan í Útnorðri” var ferðaframsýning, og tá hon hevði staðið uppi ásettu tíðina í Norðurlandahúsinum, fór hon á ferð í eitt nú Norðurlondum, til hon at enda kom aftur til Føroya í 2004. Av tí at Norðurlandahúsið ikki hevur fastar framsýningar, hevði tað ikki rúm fyri framsýningarlutunum í goymsluhølunum. Tí vóru teir latnir gevarunum aftur. Bjarti Mohr, ið hevði latið bjørnina, hevði hug at lata Náttúrugripasavninum hana, og ein slíkan grip ber ikki til at látast ikki at síggja. Hon kom eisini júst til heystfagnaðin hetta árið, so børn og vaksin fingu eina óvæntaða eykauppliving.
Nú stendur hon við við jøklunum frá ístíðini sum bakgrund á framsýningini “Upphav Føroya”.
Í mars 2007 var hvítabjørnin aftur í Norðurlandahúsinum til fotoframsýningina “NANOQ hvítabjørn” . Nógv børn fingu høvi at síggja bjørnina og skriva søgur, ið eru her.