Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Hoyringsfreist longd til 19. sept. 2014

Freistin fyri at lata inn viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina av ætlanini hjá Tórshavnar kommunu at útbyggja havnarlagið er longd tríggjar vikur frá í dag, t.e.fram til 19. sept. 2014.

Í sambandi við, at Tórshavnar kommuna ætlar at fara undir stóra útbygging av havnarlagnum, hevur Tórshavnar havn mett um, hvørji árin ætlaðað útbyggingin kann fáa á náttúru og umhvørvi.

Hendan umhvørvisárinsmeting varð løgd til almenna hoyring fyrst í juli mánað, so myndugleikar, feløg og almenningurin kundu gera viðmerkingar til árinsmetingina.



Freistin at lata inn viðmerkingar til árinsmetingina er nú longd til 19. september 2014.



Í havumhvørvislógini er ásett, at loyvi krevst til verkætlanir á sjónum og fram við strondini, tá munandi ávirkan kann verða á náttúru og umhvørvi. Slíkt loyvi kann bert veitast, um mett er um avleiðingarnar fyri náttúru og umhvørvi, og Umhvørvisstovan skal góðkenna hesar árinsmetingarnar.

Tey, ið hava viðmerkingar til árinsmetingina, skulu senda tær til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir ella us@us.fo.

Umhvørvisárinsmetingin fæst fram við at trýsta her.

Her er ein ikki-tøkniligur samandaráttur

Les meira um umhvørvisárinsmetingar her

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á tlf. 342400 ella 232444 ella senda ein t-post á us@us.fo ella sunip@us.fo