Høvi hjá ungum at bera umhvørvisboðskap til ST
Ein millión djóra- og plantusløg eru í vanda fyri at verða týnd. Føroyskur ungdómur verður nú boðin at vera við til at gera nakað við tað.
Norðurlendskar ungdómsrøddir skulu hoyrast, tá Sameindu Tjóðir koma saman at verja heimsins lívmargfeldi. Føroyskar røddir sjálvsagt eisini. Boðskapurin frá teimum ungu verður borin fram á ST-fundi í Kina í oktober 2020. Men 24. januar 2020 er høvið hjá ungum í Føroyum til at vera partur av hesum týdningarmikla kjaki. Tá kunnu tey koma við á verkstovu, sum Umhvørvisstovan skipar fyri.
Verkstovan varar ein dag. Tey ungu læra um lívmargfeldi, aktuellu støðuna við hóttum djóra- og plantusløgum, arbeiðið hjá ST higartil og norðurlendska leiklutin. Kjak verður eftir hvørt upplegg, og til endans finna vit fram til kjarnuboðskapirnar hjá føroyska ungdóminum. Slíkar verkstovur vera í øllum Norðurlondum.
Sum framhald av verkstovunum í Norðurlondum verður ein norðurlendskur ungdómstoppfundur í februar 2020. Úrslitini frá kjakinum verða síðani løgd fram av eini norðurlendskari ungdómssendinevnd, tá londini hittast á ST-fundi í Kina at seta nýggj mál um lívmargfeldi.
Tiltakið verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn 24. januar. Øll ung kunnu verða við. Einasta krav er, at lutttakararnir hava eina telefon ella teldu við til elektroniskar atkvøðugreiðslur. Eisini er nakað av tilfari at lesa, so øll eru fyrireikað, tá verkstovan byrjar. Tað kostar onki at luttaka.
Tilfarið at lesa finst her: : Saman fram ímóti eini altjóða avtalu um lív og fólk
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. : (Melda til her)