Hitamiðstøð umhvørvisgóðkend
Hitamiðstøðin hjá P/F Fjarhitafelagið hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning. Hoyringsfreistin er 4. jan. 2010.
Hitamiðstøðin er ískoytisstøð, sum skal veita hita til fjarhitanetið hjá Fjarhitafelagnum tá brennistøðin á Hjalla og elverkið á Sundi ikki kunnu veita nóg mikið av orku.
Støðin fer bara at koyra lítlan part av tíðini, og verður roknað við, at brent verður í mesta lagi umleið 1000 tímar um árið.
Á støðini verða ætlandi tríggir oljuriknir ketlar og ein elketil.
Les meira um Fjarhitafelagið á heimasíðu teirra.
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at roykurin frá oljufýringunum ikki skal vera til ampa fyri íbúðarøkini nærhendis. Eisini er dentur lagdur á at fyribyrgja oljulekum vegna óhapp.
Umhvørvisgóðkenningin kann síggjast her
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mánadagin 4. januar 2010.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo