Heystfagnaðurin 2007
Í heystfrítíðini vórðu dyrnar til framsýningarnar hjá Náttúrusavninum lætnar upp fyri børnum við foreldrum til eina ógloymandi løtu

Tey sluppu inn fyri einki. Á framsýningini vóru uppgávur til allar aldursbólkar, og fólk vóru at hjálpa børnunum og til at halda skil á. Í ár vóru felags uppgávur hjá børnum. Børnini kundu leita eftir ymsum dýrum, ið fjaldu seg á framsýningini (ella uttanfyri), ella tey kundu fiska ella fleyga fugl.
Vórðu tey móð av larmi (40-50 børn eru ikki friðarlig), var kaffi til tey vaksnu og saft til børnini. Ella fóru tey inn í "Látrið": Ein lesistova við alskyns bókum um náttúruna og tekniborði til teirra, ið heldur vildu tekna. Og hjá teimum var ein útstappaður kópur (harav navið Látrið).
Tiltakið vardi alla vikuna. 1005 børn og 401 vaksin vóru á framsýningini.