Hestur skiftir ham
Innangarðsútskiftingin í Hesti varð endað á fundi í bygdarhúsinum mikudagin 14. desember
Útskiftingarnevndin fyri Hest legði fram endaligan útskiftingarplan á fundi í Hesti 14. desember 2011, og er innangarðsútskiftingin við hesum endað.
Eigararnir – onkur átti áður 85 spjaddar lutir í bønum – hava nú fingið savnað eigindómin í samanhangandi jarðir. Hetta sæst týðiliga á kortunum niðanfyri.
Bygdin var fyri útskiftingina býtt upp í 598 lutir. Nú eru teir 133, og tá er alt við, jørð, hús, neystagrundir o.s.fr.
Eigararnir hava freist til 14. mars. 2012 at kæra málið til yvirútskiftingarnevndina.
Les meira um útskiftingina í Hesti her.
Les meira um útskiftingar her.
Myndin omanfyri vísur jarðarlutirnar áðrenn útskiftingina, og myndin niðanfyri vísur jarðarlutirnar eftir útskiftingina.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna og spyrja eftir Peturi Nielsen, útskiftingarformanni (peturn@us.fo), ella Jógvani Frýdal, útskiftingarmanni (jogvanf@us.fo).