Hestshagi, Innarahelvt, er býttur í tveir hagapartar
Útskiftingarnevndin hevur gjørt úrskurð í máli um býti av haganum Innarahelvt í Hesti

Við hesum verður hagin býttur í tveir hagapartar:
• Innarahelvt, matr. nr. 91a, 5 merkur og 12 gyllin
• Miðjan, matr.nr. 91b, 3 merkur og 4 gyllin.
Innarahelvt liggur eftir býtið einbýtt til eitt festi (landsjørð), meðan Miðjan liggur til 18 innangarðs brúk (matr.nr.), sum eiga frá 1 gyllin til 1¼ mørk.
Jørðin innangarðs í Hesti er júst skift ella samanløgd, sum menn eisini siga. Tá tað býtið er ført í matrikulin, verður eigararskarðin í Miðjuni ikki so smábýttur.
Eigararnir hava freist til 23. juli 2012 at kæra úrskurðin til yvirútskifting.
Niðanfyri er nýggja býtið lýst við reyðum.
Les meira um uttangarðsútskiftingina her.
Les meira um innangarðsútskiftingina her.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna og spyrja eftir Peturi Nielsen, útskiftingarformanni (peturn@us.fo), ella Jógvani Frýdal, útskiftingarmanni (jogvanf@us.fo).