Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Hesi eru tilnevnd til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins

Seks norðurlendskar verkætlanir vórðu í gjár tilnevndar Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2022. Temað fyri umhvørvisvirðislønina í ár er náttúruloysnir. 

Náttúran er grundarsteinurin undir øllum tí, sum menniskjan fæst við. Skógir, lendi, viðarlundir og urtagarðar eru knýtt at og ávirkað av veðurlagsbroytingum, orkuveiting, vatnveiting, matvøruframleiðslu, býarskipan og heilsu. At verja, varðveita og styrkja náttúruna er ofta mett at vera ein avbjóðing við sosialum ella fíggjarligum avleiðingum, men soleiðis nýtist tað ikki at vera. 
Náttúruloysnir styrkja ikki bara umhvørvið og náttúrumargfeldið. Tær kunnu eisini leggjast soleiðis til rættis, at tær skapa sosialan, mentanarligan og fíggjarligan vinning. Tí hevur Norðurlandaráðið tikið avgerð um, at temað til ársins umhvørvisvirðisløn skal vera náttúruloysnir, og í gjár vórðu tey tilnevndu avdúkað í Norðurlandahúsinum í Føroyum. 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, avdúkaði tey tilnevndu, og síðan var ein fakligur fundur um náttúruloysnir.

Tey tilnevndu eru: 

 
Til ber at síggja tiltakið her: LIVE: Seminar on nature-based solutions, September 1st 2022, 15.00 – 17.00 (UTC+1) – YouTube 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, Jónu Ólavsdóttir, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo