Herd krøv til rottangar
Nýggj vegleiðing um rottangar ger tað lættari hjá kommunum at seta neyðug krøv.
Vegleiðingin kemur í kjalarvørrinum á, at ymiskir trupulleikar við rottangum eru staðfestir. Ein av hesum trupulleikum er, at tangar kunnu vera torførir at tøma. Ein tangi, sum liggur ov djúpt í lendinum ella einans hevur eitt ella ov smá op, kann illa tømast. Tangin fyllist tá skjótt aftur og av tí, at fyltir tangar reinsa verri, er spillivatnið, sum rennur á sjógv, óneyðuga skitið. Ein annar trupulleiki er at sleppa framat at opa tiptar tangar.
Í vegleiðingini hevur Umhvørvisstovan tí sett vegleiðandi krøv, sum skulu virka fyri, at rottangar, sum framyvir verða settir niður, eru lættir at tøma og røkja. Til dømis er í vegleiðingini ásett, at allir nýggir tangar skulu hava T-rør í frárenningini, og at reinsirør skulu setast á rørini báðu megin tangan. Annað nýtt krav er, at minstamark er sett fyri, hvussu væl ein tangi skal reinsa.
Vegleiðingin skal eisini forða fyri, at rottangar, sum ikki virka nóg væl, verða seldir í Føroyum.
Vegleiðing um at seta krøv til rottangar
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo