Heilivágsframleiðsla góðkend
Framleiðslan av heilivági, sum fer at verða í nýggju framleiðsluhølunum hjá Apoteksverkinum á Staravegi, hevur fingið umhvørvisgóðkenning.
Framleiðsla av heilivági
Apoteksverkið framleiðir tablettir, miksturar, ymsar umfyllingar til landbúnaðin, infusiónsveskur, skoliveskur, injektiónsveskur, eygnadropar og cytostatika-blandingar.Sum nú er fer henda framleiðsla fram á Tjaldurs Apotekið í Havn.
Treytir til framleiðsluna
Fyri at tryggja, at onki verður latið út við spillivatninum og sostatt kann enda í sjónum, skal Apoteksverkið hava mannagongdir, sum tryggja, at kemikalii ikki verða latin út í kloakkina, men í staðin verða samlaði upp og burturbeind á rættan hátt. Eisini skal møguligt spill takast upp, áðrenn undirlagið verður vaskað ella spulað.
Útsúgving verður frá flestu rúmum, har framleitt verður. Inniluftin skal leiðast gjøgnum filtur, áðrenn hon verður sogin út. Eisini verða treytir settar um eftirlit og um viðlíkahald av filtrum.
Treytir eru settar til skiljing av burturkastinum fyri at tryggja, at burturkastið verður rætt burturbeint, antin til Kommunalu brennistøðina ella til aðra góðkenda móttøku av burturkasti. Eisini eru treytir settar til goymslu av burturkasti, soleiðis at vandi ikki er fyri nøkrum útláti.
Umhvørvisgóðkenningina kann lesast her
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mánadagin 5. juli 2010.
Nærri fæst at vita við at ringja til Eyð Eidesgaard, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo