Hava Føroyar eina ætlan um at gerast leysar av fossilum brennievnum?
![](https://www.us.fo/wp-content/uploads/2024/05/UMHVORVIS_BODANES-113-1600x1065.jpg)
Eitt norðurlendskt oyggjasamfelag sum er avbyrgt og sum ger stór framstig við grønum orkutiltøkum, er Føroyar. Føroyar standa mitt í einum orkuskifti bæði í orkuframleiðslu og í orkunýtslu. Nordisk Energiforskning (NEF) hevur prátað við Kára Mannbjørn Mortensen á Orku á Umhvørvisstovuni um hesi viðurskifti.
Nordisk Energiforskning er stovnur í Norðurlendska ráðharraráðnum. Kári Mortensen er eisini umboð fyri Net Zero Islands Network, sum er netverk sum arbeiðir við loysnum fyri oyggjar og fjarskotin øki, sum Norðurlendska ráðharraráðið eisini fíggjar.