Grøn gjøld
Endamálið við grønum avgjøldum er gera okkum meiri tilvitað og ansin, tá talan er um ymiskar umhvørviskostnaðir soleiðis at nýtslan minkar og sostatt kemur umhvørvinum til góðar
Meginreglan um, at dálkarin rindar, er viðurkend í sambandi við umhvørvisarbeiði, og er m.a. partur av grundarlagnum undir fleiri altjóða sáttmálum. Stutt sagt, skal tað kosta at dálka – og tí skal tað eisini verða ein økonomiskur fyrimunur at velja vørur ella tøkni, sum ikki dálkar.
Tað er ein góður sigur um peningurin, sum kemur inn við grøna gjaldinum, kemur umhvørvinum til góðar á ein ella annan hátt – antin við at stuðla gransking og menning á tí økinum, har gjaldið verður tikið, ella sum ein kompensatión fyri ta skaðiligu ávirkan, nýtslan av vøruni hevur á umhvørvi.
Grøn gjøld í Føroyum
CO2 avgjaldið á akfør er skipað soleiðis, at bilar við lágum CO2 útláti hava eitt lægri avgjald, enn bilar við høgum CO2 útláti. Endamálið við hesum gjaldi er at gera keyparan tilvitaðan um, at tað kostar meiri at fáa sær ein bil við einum høgum útláti samanborið við ein bil við lágum útláti – altso tað kostar at dálka!
Eisini er eitt serligt gjald lagt á bilar, har partur av gjaldinum verður latið eigaranum aftur, tá bilurin verður skrottaður. Endamálið er sjálvsagt, at bilvrakið verður burturbeint og ikki dálkar og misprýðir náttúruna. Ætlanin við serliga gjaldinum á smyrjiolju er at fíggja burturbeiningina. Hesi serligu gjøld eru tó ikki beinleiðis grøn gjøld, men gjøld, sum eru við til at fíggja kostnaðin til at sleppa av við vøruna. Hinvegin er endamálið við grønum gjøldum at minka um nýtsluna av vøruni, sum gjaldið er álagt.
Í Føroyum er eisini eitt serligt avgjald lagt omaná bensin og brenniolju, men hetta gjald er ikki at meta sum eitt grønt gjald, tí grøn gjøld eru ikki gjøld, sum skulu betra um gjaldføri hjá landskassanum.
Ávirkan
Flestu vanligu avgjøld eru sett soleiðis saman, at tað ikki so væl ber til at sleppa undan teimum, um tú ert í einari støðu, har tú hevur brúk fyri einhvørjum – til dømis meirvirðisgjaldi á eitt nú gerandisvørum. Grøn gjøld, harafturímóti, eru sett soleiðis saman, at tú í nógvum førum kanst sleppa undan teimum, og í øðrum førum kanst spara pening við at broyta mannagongd ella vanar.
Í øðrum londum, har grøn gjøld eru meiri vanlig enn her heima, verða m.a. serlig umhvørvisgjøld kravd eitt nú, tá tú keypir einnýtistallerkar og –gløs. Tá ber til at spara alt gjaldið, um tú velur eina aðra loysn enn einnýtistallerkin. Grøn gjøld verða eisini løgd á til dømis CO2, svávul, vatn, battarí, plastposar, pakkitilfar, burturkast, spillivatn, týningarevni og ozonoyðandi evni. Fyri so at siga øll hesi evni og lutir, ber til at broyta lívshátt ella mannagongdir, soleiðis, at brúkið minkar og (tú) harvið eisini sparir pening.
Aftur til umhvørvið
Tað er tað almenna, sum tekur sær av at umsita grønu gjøldini, sum privat húsarhald og vinna gjalda. Orsøkin til hesi gjøld er sum sagt, at tað kostar at sleppa av við eitt nú burturkast, og við at krevja inn eitt grønt gjald, ber til at arbeiða fram ímóti einari nýggjari javnvág. Grønt gjald er tí ikki at meta sum ein eyka skattur, sum fólk skulu av við. Grøna gjaldið er eitt gjald, sum eigur at verða latið aftur til tað økið, har tað var kravt, ella at stuðla nýhugsan innan sama økið. Til dømis kann eitt grønt gjald, sum skipavinnan letur fyri CO2 útlát, verða brúkt til at kanna og menna møguleikar hjá skipaferðsluni at minka um útlát síni við nýggjari teknologi og orkueffektivisering.
Myndirnar eru tilvildarligar.
Vilt tú hava meira at vita kanst tú venda tær til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon