Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Grøn búskaparlig stýriamboð

Í sambandi við, at tríggir norðurlendskir arbeiðsbólkar vóru í Føroyum, var boðið til fundar um búskaparlig stýriamboð í umhvørvispolitikkinum á Umhvørvisstovuni.

Bæði politikarar, embætisfólk og vinnuumboð luttóku. Tilsamans vóru uml. 50 luttakarar.
Á skránni vóru framløgur av Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, Øyvind Lone frá norska Umhvørvismálaráðnum, Alec Estlander frá finska umhvørvismálaráðnum, Olle Bjørk frá svenska umhvørvismálaráðnum og Jákup Jacobsen frá Akstovuni.

Annika Olsen greiddi frá um føroyska veðurlagspolitikkin, sum varð samtyktur á heysti 2009. Herundir hvørji tiltøk skulu til fyri at minka útlátið av veðurlagsgassi við 20 % áðrenn 2020:

• Gera byggireglugerð við strongum krøvum um bjálving o.a.
• Elektrofisering av samfelagnum
• Útbygging av varandi orkukeldum
• Minka útlátið frá ferðsluni við at brúka orkudyggar bilar og elbilar
• Hugburðsbroyting við upplýsing og frálæru

Øyvind Lone greiddi fyrst frá arbeiðinum í MEG bólkinum, og nevndi serliga frágreiðingina The Use of Economic Instruments in Nordic Environmental Policy 2006–2009.
Hann legði serliga dent á trý høvuðspunkt í búskaparligum stýriamboðum:

• Endamálið við búskaparligum stýriamboðum, sum kunnu fevna um avgjøld og stuðulsskipanir o.a., er ikki at fáa pengar í landskassan, men at fáa fólk at broyta atburð.

• Hugtakið ‘búskaparlig stýriamboð’ fevnir um eina røð av ymiskum amboðum so sum avgjøld, gjøld fyri tænastur, pantskipanir og stuðulsskipanir. Tey ymisku amboðini verða brúkt breitt, t.e. innan bæði húsarhald og vinnugreinar.

• Best er, um búskaparlig stýriamboð verða samskipað við onnur amboð, so sum fyrisitingarligar reglur, byggireglur og treytir fyri virksemi.

Alec Estlander greiddi frá um tvær verkætlanir um minking av útláti av veðurlagsgassi í kommunum. Talan var um smærri kommunur, t.e. á stødd við tær føroysku.
Endamálið er at ávirka vanliga borgaran at minka sítt útlát. Í hesum sambandi nevndi hann tey trý B’ini: Bilurin, bústaðurin og búffurin, tvs. flutningur, upphiting o.a., og maturin, sum eru tey trý økini, sum hava størsta útlátið við sær.

Olle Bjørk greiddi frá teimum ymisku búskaparligu mekanismunum í altjóða veðurlags- og umhvørvishørpi, so sum avgjøld, kvotur o.a.
Í ES verða kvotur á veðurlagsi brúktar til orkukrevjandi ídnað, so sum elverk, stálídnað o.a.
Eisini kom hann inn á altjóða flog- og skipaferðslu, har higartil ikki eru sett krøv um avmarkingar. Koma altjóða flog- og skipaferðslufelagsskapirnir ICAO og IMO ikki til eina semju um at avmarka útlátið, fer ES helst at seta krøv til flog- og skipaferðslu.

Jákup Jacobsen greiddi frá avgjøldum á akfør. Fyri persónbilar er avgjaldið sett saman av einum virðisavgjaldi og einum umhvørvisavgjaldi. Virðisavgjaldið er í dag 80 % meðan umhvørvisparturin er 20 %. Ætlanin er, at lógin skal dagførast annaðhvørt ár, og at virðisparturin av avgjaldinum so líðandi minkar so sum umhvørvisparturin veksur.

Akstovan hevur skrásett innflutningin av nýggjum bilum síðani lógin kom í gildi, og vísti hetta eina týðuliga mynd av, at lógin virkar eftir ætlan, sum er, at vit skulu brúka minni og orkudyggari bilar.
Í sambandi við lastbilar og bussar verða teir sokallaðu euronormarnir nýttir, tvs. at gamlir og orkukrevjandi bilar eru nógv dýrari enn teir nýggju og meiri orkuvinarligu eru.

At enda var kjak.

Framløgan hjá Anniku Olsen kann lesast her.

Framløga hjá Alec Estlander kann lesast her (Nobiliti).

Framløga hjá Alec Estlander kann lesast her (CO2 minking í finskum kommunum).

Framløgan hjá Olle Bjørk kann lesast her.

Framløgan hjá Jákup Jacobsen kann lesast her.

Vilt tú hava meira at vita kanst tú venda tær til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon  342400, ella t-post johannao@us.fo