Gróðurstøðin í summar
Plantusølan hevur tikið dik á seg, nú háárstíðin er byrjað
Virksemið á Gróðurstøðini í Hoydølum er í hæddini hesa tíðina fram til august. Bæði vinnukundar og privatkundar flokkast til Gróðurstøðina. Umframt vanliga virksemið við ráðgeving, plantualing og planturøkt v.m., er tað serliga plantusølan, ið hevur áhuga.
Ein av raðfestu uppgávunum hjá Umhvørvisstovuni er at menna plantuframleiðsluna á Gróðurstøðini og í hesum sambandi eisini at selja plantur v.m. umframt at ráðgeva og kunna borgarum og áhugabólkum í um ymsum spurningum innan plantu- og viðarvøkstur.
Kundatænastan til privatkundarnar er nógv bøtt við at hava opið seint fríggjadag og við at hava opið leygardag.
Handils- og kundaavgreiðslan í plantusøluni er í ár henda:
Mánadag | Eingin avgreiðsla |
Týsdag – Hósdag | kl. 12.00 – 17.00 |
Fríggjadag | kl. 12.00 – 18.00 |
Leygardag | kl. 10.00 – 14.00 |
Gróðurstøðin er ikki stongd uttanfyri hesar tíðir í mun til fólk í øðrum ørindum. Vinnukundar, ið javnan vitjað Gróðurstøðina verða eisini avgreiddir við teirra ørindum.
Les meira um Gróðurstøðina her.
Trýst her og tú fær yvirlit yvir plantur, sum vit selja júst nú – vár og summarið 2011.
Vilt tú vita meira um sølu av plantum og viðarvøkstri, vinarliga vendið tykkum tá til røktarleiðaran á Gróðurstøðini, Rakul Dam Lindberg, á tlf. 210922 ella á RakulL@us.fo ella til landsskógarvørðin, Trónd Leivsson, á tlf. 210966 ella á TrondurL@us.fo.