Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Gongur væl at endurreisa búfuglastovnin av okn í Føroyum

Áhugabólkur av eldri fólki á Eiði ansa eftir at fuglinum einki bagir

Aftur í ár hepnaðist hjá oknarparinum, ið heldur til Niðri á Vatni á Eiði, at fáa ungar undan. Bøgan bøldi í umleið 30 dagar, og kom 2. juni út við íalt 6 ungum. Av teimum eydnaðist íalt 4 ungum at vaksa til, meðan 2 fullu frá sum smáir. Sostatt er hettar 4 ferð, at parið hevur fingið avkom undan, síðan fyrstu urptina í 2008.

Stórur áhugi er fyri oknarparinum og teirra avkomi, og mong njóta løtuna niðri við vatnið at eygleiða fuglarnar og at leska teimum ein bita. Áhugin fyri hesum røkkur út um bygdina, og nú eisini út um landoddarnar.

Tann 5. oktober vórðu fuglarnir havdir á hondum og ringmerktir við beinringi úr aluminium, sum Zoologisk Museum í Keypmannahavn, umvegis Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðing í Nólsoy, letur til ætlanina. Hesir ringar eru liður í eini altjóða skrásetingarskipan, sum opnar møguleikan fyri, at fuglarnir, verða teir sæddir ella funnir í øðrum londum, kunnu verða skrásettir í hesi skipanini, og at vit soleiðis kunnu fáa eina fráboðan aftur um teir. Harumframt fingu fuglarnir fyribyrgjandi viðgerð móti ávikavist innvølsormi og lús, ið djóralæknin mælir til, eins og kynið og vektin vórðu skrásett.

Nógv talar sostatt fyri, at royndin at endurreisa ein búfuglastovn av okn í Føroyum gongur framá.

Tað er ein áhugabólkur av eldri fólki á Eiði, ið gongur undan í hesum føri. Tey geva fuglinum og halda eitt vakið eyga við, at fuglinum einki bagir. Í sambandi við ansni av oknunum, býðst samstundis høvi at eygleiða annað fuglalív á staðnum, og hava tey m.a. sæð avkom undan Trøllont á vatninum í summar. Eisini vera tey við í heyst at røkja eina fellu til at fanga og merkja antarfugl, bládúgvur o.a. við, sum Umhvørvisstovan og Jens Kjeld Jensen skulu standa fyri í vetur. Við hesum frálíka sjálvbodna íkasti frá bygdarfólkinum fer vónandi at bera til nøra enn meira um vitanina um føroyskt fuglalív.

Nærri kunning fæst við at venda sær til landsskógarvørðin, Trónd Leivsson, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.