Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðskukrøv fyri svimjihyljar

Fyri at tryggja, at vatngóðskan í svimjihyljum er nøktandi, soleiðis at heilsan hjá teimum, ið nýta svimjihylin ikki kemur í vanda, hevur Umhvørvisstovan ásett nakrar reglur um góðksukrøv.

Í kunngerðini um umhvørvisreglur er ásett, at Umhvørvisstovan skal áseta góðskukrøv til svimjihylar. Vanligt hevur verið at donsk góðskukrøv eru brúkt í Føroyum. Tað hevur tó víst seg, at tørvur hevur verið á meiri útgreinaðum góðskukrøvum til svimjihyjlar í Føroyum, og tí bleiv stig tikið til hetta. Til áseting av hesum góðskukrøvunum, hevur Umhvørvisstovan tó tikið útgangsstøði í galdandi donsku kunngerðini og vegleiðingini um svimjihyljar, men tillagað tey til føroysk viðurskifti.

Góðskukrøv eru ásett fyri ávísar parametrar, so sum bakteriur, pH, hita og innihaldi av fríum og bundnum klori, ið saman kunnu vísa, hvussu heilsuliga góðskan á vatninum er.

Afturat góðskukrøvum til sjálvt svimjihylsvatnið, eru eisini treytir ásettar til rakstur í svimjihylshøllini, ið hava týdning fyri góðskuna av vatninum og heilsuna hjá fólki, ið nýta svimjihylin, og hjá teimum, sum hava ábyrgdina av røkt og viðlíkahaldi av svimjihøllini. Eisini er treyt sett um, at ábyrgdahavarar av svimjihyljum skulu hava nøktandi førleikar/útbúgving til at røkja hesa uppgávu. Treytir eru eisini settar um innaneftirlit, eftirlit, skráseting, sýnistøku og títtleikan av sýnistøkum.

Góðskukrøvini eru galdandi fyri allar hyljar, ið ætlaðir eru almenninginum ella nógvum fólki, t.v.s. at krøvini eisini eru galdandi fyri hyljar á hotellum, tjaldsstøðum, skúlum, frítíðarplássum, sjúkrahúsum og tílíkum, og eru góðskukrøvini eisini galdandi fyri gosbað, terapibað v.m.

Kommunan hevur eftirlit við svimjihyljum í kommununi, men av tí, at kommunan ikki kann føra eftirlit við egnum hyljum, er henda uppgávan hjá Umhvørvisstovuni. Hetta merkir, at Umhvørvisstovan hevur eftirlit við svimjihyljum á kommunalum skúlum og almennum svimjihyljum, sum kommunan eigur og rekur.

Kommunan hevur eftirlit við privatum hyljum og við svimjihyljum, sum landið eigur og rekur. Tað eru svimjihyljar á sjúkrahúsum, skúlum, sum landið eigur og rekur, á gistingarhúsum, kampingplássum, hjá privatum felagsskapum o.t.

Eftirlitið hjá Umhvørvisstovuni og kommununum fevnir ikki um svimjihyljar, gosbað, heitar pottar v.m. hjá privatfólki.

Ásettu góðskukrøvini eru galdandi fyri allar svimjihyljar, ið annaðhvørt kommunan ella Umhvørvisstovan hevur eftirlit við. Verða viðurskifti staðfest, sum kunnu vera til vanda fyri heilsuna, skal eftirlitsmyndugleikin geva boð um, at neyðug tiltøk skulu setast í verk.

Síggj góðskukrøvini her

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Rakul Mortsensen.

Rakul Mortensen

Umhvørvismál

RakulM@us.fo +298 342474

Umhvørvisevnafrøðingur