Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðkenning til útfylling í Søldarfirði og Runavík

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Runavíkar kommuna at víðka ídnaðarøkið í Søldarfirði og at gera eitt miðbýarøki í Runavík.
 
Í Søldarfirði fevnir arbeiðið um tríggjar útfyllingar, eina niðri við Sand, á leið 6.000 m2, eina millum bryggjuna og bátahylin, á leið 3.400 m2, og eitt lítið øki millum Trøllaklett 5 og 21. Ætlanin er, at økini skulu brúkast til vinnuligt virksemi.
Í Runavík fevnir arbeiðið um at gera eina útfylling norðan fyri Fjøruveg, sum verður á leið 3.000 m2. Útfyllingin er ein partur av framtíðarætlan at skapa ein miðbý í Runavík. Ætlanin er, at bygningar skulu vera á økinum, har nú verður fylt út, og at gera bátabrýr út frá útfyllingini. Útfyllingin fer ikki útyvir flesjarnar, sum eru nærhendis.
Runavíkar kommuna er varug við, at nakað av plasti er uppi í grótinum. Kommunan fer at leggja flotverju, til tess at forða fyri, at plast frá grótinum rekur burtur frá úfyllingini.
Runavíkar kommuna hevur víst á, at umhvørvið í hesum økinum, í størstan mun er merkt av verandi virksemi t.e. uppfyllingum, grótkøstum og bátadráttum. Millum lítið og einki er eftir av upprunaligu fjøruni, og tær búlendislýsingar, sum eru gjørdar nær við útfyllingarnar, vístu heldur ikki nakað óvanligt djóra- ella plantulív ella búlendi í økinum, sum átti at verið vart.
Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at Runavíkar kommuna leggur virksemið til rættis soleiðis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt, eitt nú útlátið av plasti og øðrum dálkandi evnum og at ampar av óljóði og ristingum verður avmarkað so nógv sum gjørligt.
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum
Møgulig kæra skal í seinasta lagi 18. februar 2022 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo.
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo