Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðkenning til útfylling í Norðhavnini

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu at víðka verandi havnarlag í Norðhavnini í Ánunum norðureftir. Nýggja útfyllingin verður 85 metrar breið 274 metrar long.
 
Útfyllingin verður uttan bryggjukant, og fer at hava eina nýtsluvídd upp á 26.500 m2. Ætlanin er, at økið skal brúkast á sama hátt sum verandi havnarlag so sum fiskivinnuvirksemi, vanligt vinnuvirksemi og skipasmiðjuvirksemi. 
Grótið stavar frá arbeiðinum at gera tunlarnar norður um fjall. Kommunan ætlar at leggja flot við neti út fyri at forða fyri at spreingileidningar spjaðast á sjónum. 
Ein búlendislýsing av økinum er gjørd av Biofar. Niðurstøðan er, at eingi av búlendunum verða mett at vera sjáldsom.

Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt, eitt nú útlátið av plasti og øðrum dálkandi evnum og at ampar av óljóði og ristingum verður avmarkað so nógv sum gjørligt.

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum

Møgulig kæra skal í seinasta lagi 1. apríl 2022 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo