Góðkenning til at víðka um bátahylin á Oyrarbakka sambært løgtingslóg um verju av havumhvørvinum

Tað verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hevur góðkent verkætlan hjá Sunda kommunu um at víðka bátahylin á Oyrarbakka. Góðkenningin hevur heimild í § 21, stk. 4 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005, um verju av havumhvørvinum.
Sí tíðindaskriv.
Góðkenningin er almenn, og kann síggjast her.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er fýra vikur frá tí at avgerðin er almannakunngjørd, og kæran skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 29. september 2025.
Møgulig kæra skal sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.