Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðkenning til at brúka rognkelsi sum reinsifisk

Bakkafrost og Marine Harvest hava fingið góðkenningar at brúka rognkelsi sum reinifisk, ávikavist á Kunoyarnesi og í Sundalagnum.

Til tess at basa ella halda lýsnum niðri, verða ymisk evni brúkt, men lýsnar gerast mótstøðuførar móti evnum sum frálíður. Tí hevur í nógv ár verið roynt at finna aðrar loysnir, bæði lívfrøðiligar og tekniskar. Ein at teimum lívfrøðiligu loysnum er at brúka annan fisk, sum kann taka lýsnar av alifiskinum. Royndir seinastu árini vísa, at rognkelsi hevur góð evni at pilka lýs av laksi og tí eru royndir gjørdar at ala rognkelsi í Íslandi, Føroyum og Noregi.
 
Alifeløg hava í ár innflutt rognkelsi úr Íslandi. Vitanin um at nýta rognkelsi, og hvørja  ávirkan tað kann hava á umhvørvið er enn avmarkað. Helst eru føroysku og íslendsku rognkelsini hvør sín stovnur, og ílegurnar tí ymiskar. Tí hevur genetiski munurin millum føroysku og íslendsku stovnarnar týdning, men eisini møguligar sjúkur o.a., sum kunnu fylgja við.
 
Rognkelsi verða sett út saman við laksinum. Enn er lítil vitan um, hvussu rognkelsini fara at trívast og vaksa í alibúrunum. Í treytunum fyri at brúka rognkelsi er serligur dentur lagdur á, at feløgini skráseta tal og felli, og tryggja, at rognkelsini ikki sleppa. Harafturat er dentur lagdur á, at um nýggj vitan kemur fram um ávirkan av rognkelsum, kann Umhvørvisstovan seta herdar treytir ella nokta fyri, at rognkelsi verða sett út. Treyt er eisini sett um, at rognkelsini verða tikin aftur, tá laksurin verður tikin.
 
Tí veitir Umhvørvisstovan fyribils bara tíðaravmarkaða umhvørvisgóðkenning í eitt framleiðsluumfar til at seta rognkelsi út í aliringarnar.

Almenna lýsingin av góðkenningunum eru her

Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her

Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 13. mars 2015.
 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suni Petersen, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo