Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðkenning til at brúka rognkelsi sum reinsifisk

Bakkafrost hevur fingið góðkenning til at brúka rognkelsi sum reinifisk á Kaldbaksfirði

Umhvørvisstovan hevur hin 26. mars 2015 veitt P/F Bakkafrost Farming ískoyti til umhvørvisgóðkenningina av alivirkseminum á Kaldbaksfirði. Ískoytið fevnir um nýtslu av rognkelsum sum reinsifisk, og er tað galdandi til 1. mars 2016.

Les meira um aling og um at brúka rognkelsi sum reinsifisk
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her
    

Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 28. apríl 2015.
 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo