Góðkenning fyri alivirksemi á Hovsfirði er endurnýggjað
P/F Faroe Farming, sum alir á Hovsfirði, hevur fingið dagførd umhvørviskrøv.
Í góðkenningini hjá P/F Faroe Farming er serligur dentur lagdur á, at evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Í góðkenningini eru treytir m.a. settar um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum og, at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum frá botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur á staðnum.
Aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, søkkur saman við skarni niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og frá evnum, sum verða nýtt at verja aliútgerðina. Serliga er tað kopar, sum ofta verður brúkt at impregnera alinótir. Tá nótirnar eru í sjónum, søkka flakar av impregnering sum frálíður á botn og kunnu har hópast upp.
Tí er neyðugt at fara væl um.
Umhvørvisgóðkenningin
Almenn lýsing av góðkenningini
Um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 22. juli 2015.

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo