Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðkenning endurnýggjað

Umhvørvisgóðkenningin hjá p/f Løvubetong endurnýggjað

p/f Løvubetong hevur víðkað um sítt virksemi og tí fingið endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina.

Virkið hevur í fleiri ár blandað betong, men er nú eisini farið ígongd við at framleiða betongelement.

Virksemið í dag fevnir um sementsølu, betongblandistøð, framleiðslu av betongelementum og kranaútleigan.

Undir viðgerðini av góðkenningini varð serligur dentur lagdur á, at útleiðingin av sementdusti og spillivatni verður hildin innanfyri tey mørk, ið eru mett at vera umhvørvisliga trygg. Eisini er dentur lagdur á, at betongburturkast í mest møguligan mun verður endurnýtt.

Trýst her og les umhvørvisgóðkenningina

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd. Kæran skal tó sendast til Umhvørvisstovuna, sum saman við viðkomandi skjølum,  sendir hana víðari til Innlendismálaráðið.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.