Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðkenning av eini royndarverkætlan at seta eitt sjóvarfalsorkuverk út í Vestmannasundi

Umhvørvisstovan hevur góðkent eina tvey ára royndarverkætlan hjá SEV at seta eitt sjóvarfalsorkuverk út í Vestmannasund. Góðkenningin hevur heimild í § 21 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum og § 16, stk. 1 í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni. Góðkenningin er almenn, og kann síggjast niðanfyri. Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er fýra vikur frá tí at avgerðin er almannakunngjørd, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 10. oktober 2023.

SEV hevur síðan 2020 gjørt royndir við at framleiða el við sjóvarfalsturbinum í Vestmannasundi. Talan er um sjóvarfalsturbinur ella drekar, ið líkjast flogførum, sum sveima uppi í sjónum. Hesir drekarnir hava ein framleiðslumátt upp á 100 kW. Drekin, sum ætlanin nú er at seta út, nevndur Dragon Class D12, er væl størri, og hevur ein framleiðslumátt upp á 1,2 MW. D12 drekin er 9,8 m langur, hevur eitt veingjabreiði upp á 12 metrar og vigar 28 tons. Drekin verður settur út á uml. 72 metra dýpi, og fer at sveima í eini áttatalsrás, sum er uml. 30 x 55 metrar á einum dýpi millum 35 og 65 metrar, meðan rákið er, men hongur stillur á 8 metra dýpi í kyrrindum.
Góðkenningin er gjørd við støði í eini umhvørvisárinsmeting fyri ætlaða orkuverkið, sum Havstovan hevur gjørt. Árinsmetingin viðger hvørja ávirkan verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. Í árinsmetingini verða árini á fisk, sjófugl, hval og kóp lýst eins og møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp.