Góðkenning av árinsmeting av sjóvarfalsorkuverkum hjá SEV í Vestmannasundi
SEV ætlar at seta tvey sveimandi orkuverk út í Vestmannasund. Orkuverkini eru formað sum undirvatnsdrekar. Orkuverkini verða sett út á 50-60 metra dýpi, og tað verða umleið 150 metrar ímillum tey. Drekarnir eru festir við tjóðri í fundament á botninum, og fara at sveima á 20-40 metra dýpi, tá streymur er, men hanga á 8 metur dýpi á kyrrindum. Teir ferðast í einum áttatalsmynstri, sum er 40 til 60 metrar breitt. Drekarnir sveima umleið 6 – 10 metrar um sekundið. Hvør dreki er fimm metrar langur og vigar umleið 1,4 tons.
Drekarnir hava ein framleiðslumátt á 100 kW hvør. Fyribilsmetingar vísa, at teir kunnu framleiða umleið 300-400 MWh um árið hvør. Hettar samsvarar til elnýtsluna hjá einum 120-160 sethúsum.
SEV hevur gjørt eina árinsmeting, ið viðger, hvørja ávirkan verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. Her er hugt eftir árini á fisk, sjófugl, hval og kóp. Mett er ikki, at royndarverkætlanin fer at hava stórvegis árin á fisk og sjófugl, men at havsúgdjór helst er tann viðbreknasti bólkurin. Møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp, eru viðgjørd í árinsmetingini. Umhvørvisstovan hevur sett ávísar treytir til SEV, eitt nú, at SEV skal fylgja við, hvussu hvalur og kópur ferðast í Vestmannasundi í verkætlanartíðini, sum er tvey ár.
- Umhvørvisárinsmetingina finnur tú her
- Góðkenningarskivið er her
- Almennu kunngerðina um góðkenning av umhvørvisárinsmetingini finnur tú her. Har finnur tú eisini kæruvegleiðingina.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Katrin Haraldsdóttir Jensen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo