Góða mold úr avgrevstri
Saman við Býargartnaranum hjá Tórshavnar kommunu, roynir Viðarvøkstur og frílendi í løtuni eina nýggja sáldiskuffu, ið kann skilja grót úr avgrevstrarjørð, soleiðis at góð brúksjørð fæst burtur úr hesum tilfeingi.

Deildin fyri Viðarvøkstur og frílendi (fyrr Skógrøkt landsins) hevur í fleiri ár roynt at vísa á aðrar nýtslumøguleikar fyri virðismikla tilfeingið í avgrevstrinum, heldur enn, sum vanligt er, at tyrva hann í meir og minni ónýtiligar dungar.
Tí hevur verið tikið ímóti avgrevstri at nýta sum áskotsjørð í t.d. viðarlundunum í Gundadali, Langadali í Hoyvík og í Marknagili. Úrslitini av teimum fyrstu royndunum sýna greitt, at avgrevstur kann vera framúr góð vakstrarjørð til viðarvøkstur, um áskotið verður lagt út á rættan hátt. Eitt nú í Viðarlundini í Gundadali – økið móti Varðagøtu og økið vestanfyri og sunnanfyri Listasavnið.
Sálda moldina frá
Ítøkiliga, er ætlanin við royndini av hesi soldiskuffuni at finna nýtilig amboð at fáa góða mold, tað sum á donskum verður nevnt madjord, burtur úr ovasta jaðurinum av áskotinum.
Í hesum føri er sáldiskipanin sett soleiðis saman, at molar minni enn 50 mm fara ígjøgnum, meðan størri steinar liggja eftir í skuffuni.
Skipanin kann tó broytast, alt eftir tørvi. Skuffan, vit royna, er í tí minna endanum, bert uml. 0,6 m3, og hóskilig at festa á eina gravimaskinu á um 7 tons.
Fyrstu royndirnar hava gingið væl
Fyrstu dagarnar varð sáldiskuffan roynd niðri á Boðanesi. Úrslitið sæst í skráanum á tí gøtustubba, sum gongur frá gamla grótbrotinum og oman móti Boðanesgjógv.
Týðuligur munur er at síggja, har sáldað jørð er nýtt, mótsett teirri, ið varð tikin beinleiðis úr tyrvingarrúgvuni.Fyrstu royndirnar hava gingið somikið væl, at hildið verður fram í Viðarlundini í Marknagili, men enn er langt á mál til eina endaliga niðurstøðu.
Meira fæst at vita við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð, á tlf 342400.
Meira um verkætlanina:
- Jørðildið omaná føstu helluni, á donskum nevnt løsmasse, er tilverugrundarlagið á landi fyri flestøllum vøkstri v.m., og soleiðis fyri t.d. øllum vanligum landbúnaði og tilhoyrandi matvøruframleiðslu.
- Tilfeingið eigur at verða handfarið so skynsamliga og burðardygt sum gjørligt, tí at í Føroyum er jørðildið ógvuliga lítið og avmarkað, sammett við flestu onnur lond.
- Í áttatiárunum varð forboð sett fyri at koyra avgrevstur á sjógv (Løgtingslóg nr. 77 frá 12. juli 1984)
- Skuffan er av merkinum finska merkinum REMU L100. Umboð fyri svensku fyritøkuna MTT, sum selur skuffuna, koma til Føroya seinni í mánaðinum. Tá er ætlanin at skipa fyri einum framsýningardegi.