Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góð ráð um lágorkuperur og ljósrør

Brúktar lágorkuperur og ljósrør skulu burturbeinast sum serliga dálkandi burturkast

Lágorkuperur og ljósrør innihalda kyksilvur, og tí er umráðandi at hesi ikki verða koyrd í vanliga ruskposan, men verða burturbeind sum serliga dálkandi og vandamikið burturkast

Tað er gott fyri umhvørvið at brúka lágorkuperur í staðin fyri vanligar gløðipeur, tí hesar brúka munandi minni av orku, og eru sostatt við til at minka útlátið av veðurlagsgassi. Umhvørvisstovan mælir tí til at skifta til lágorkuperur so hvørt gløðiperurnar skula skiftast.

Tað er tó týdningarmikið at brúktar lágorkuperur og ljósrør ikki var koyrd í vanliga ruskspannina til húsarhaldsburturkast, tí hesi innihalda smáar nøgdir av kyksilvri. Burturbeinið tí brúktar lágorkuperur og ljósrør sum serliga dálkandi burturkast.

Umráðandi er at fara væl um lágorkuperurnar, og ansa eftir at tær ikki brotna. Umhvørvisstovan mælir til at luftað verður væl út í tí rúminum har ein pera ella rør er brotnað og at brúka tjúkkar gummihandskar tá ein tekur glasbrotini upp. Danska Umhvørvisstýrið hevur nøkur ráð um hvussu brotnar lágorkuperur skula handfarast, lesið meiri um ráðini her.

Halogenperur og LED-perur innihalda ikki kyksilvur.

 

Vilt tú hava meira at vita kanst tú venda tær til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni, telefon  342400, spyr eftir Jóhonnu Olsen.