Góð ráð til fyrsta skúladag
Umhvørvisstovan hevur leitað fram nøkur góð ráð til børn og foreldur teirra, sum kunna nýtast tá skúlataskan skal gerast klár
Nú summarið er farið at halla, og børnini gera seg til reiðar at fara á skúlabonkin aftur, hevur Umhvørvisstovan leitað fram nøkur góð ráð til børn og foreldur teirra, sum kunna nýtast tá skúlataskan skal gerast klár.
Kanning sum danska Miljøstyrelsen hevur latið gera vísir, at tað kunnu finnast óheppin evni, so sum PVC, ftalat og tungmetal í eitt nú skúlataskum, pennahúsum og viskileðri. Hesi evni kunna vera skaðilig fyri børnini, samstundis sum hesi evni eisini eru ein umhvørvistrupulleiki, tá tey enda í ruskspannini.
Viskileður kann innihalda bleytt PVC, eins og partar av skúlataskum og pennahúsum kunnu vera klødd við PVC. Bleytt PVC inniheldur sum oftast ftalat, og fleiri ftalat kunnu vera hormonórógvandi.
Tá nýggj skúlataska skal keypast og ymsir lutir til pennahúsi, kanst tú sum foreldur gera títt til, at tíni børn ikki verða útsett fyri skaðiligum evnum.
Umhvørvisstovan hevur tí hesi ráð:
- Keyp skúlalutir, ið bera CE merkið – tað merkir, at tey eru at rokna sum leikur og harvið ikki mugu innihalda tey skaðiligu ftalatini
- Lat ikki børn nýta eldri viskileður, tá hesi kunnu innihalda ftalat.
CE-merkið, sum sæst á stóru myndini, er á nógvum ymsum vørum. Tað skal eitt nú setast á allar leikur, ið eru ætlaðar børnum í aldrinum 0-14 ár. Merkið er framleiðarans/innflytarans háttur at kunna um, at vøran lýkur tey heilsu- og trygdarkrøv, sum eru í leikareglunum.
Lesið meira um kanningina hjá danska Miljøstyrelsen her og um PVC, og ftalat her
Sí eisini lista, sum Informationscenter for Miljø og Sundhed hevur gjørt, yvir skúlalutir, ið ikki innihalda PVC ella ftalat her
Lesið eisini meiri um kemisk evni í faldaranum Børn og kemisk evni, sum Umhvørvisstovan gav út í 2008
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.