Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Gleðiligar páskir

Páskaliljurnar eru farnar at síggjast í Gróðurstøðini í Hoydølum

Rakul Dam Lindberg, røktarleiðari á Umhvørvisstovuni sigur, at tey rigga til, tá plantusølan byrjar síðst í apríl. Samstundis heitir Rakul á fólk um at bíða við planting í havum og gørðum til miðjan apríl, tí at enn er ov kalt í veðrinum.

Myndin er tikin uppi í Gróðurstøðini í Hoydølum í dag.

Umhvørvisstovan ynskir øllum viðskiftafólkum einar gleðiligar páskir.

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Rakul Dam Lindberg, røktarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo