Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Gamalt jarn kann dálka

Goymslur til gamalt jarn og annað metal, skulu umhvørvisgóðkennast. Umhvørvisstovan fær regluliga fyrispurningar frá fyritøkum og kommunum um innsavning av gomlum jarni og øðrum metali.

Endurnýtsla og prísur fylgjast

Umhvørvisstovan fegnast um, at fyritøkur savna inn gamalt metal, tí hetta hevur við sær at burturkast, sum fyrr ikki var handilsliga áhugavert, nú er vorðið høgt í metum. Hækkandi prísurin á metali fremur endurnýtslu av burturkasti, sum er beinleiðis í tráð við endamálsorðingina í umhvørvisverndarlógini.

Góðkenning er neyðug

Endamálið við umhvørvisverndarlógini er m.a. eisini at fyribyrgja dálking við burturkasti og er tað eitt lógarkrav, at goymslur til burturkast skulu umhvørvisgóðkennast. Sostatt er tað beinleiðis brot á umhvørvisverndarlógina at fara undir virksemi, sum er fevnt av ásetingunum í kap. 5 í lógini, uttan góðkenning. Tá goymslur til burturkast verða góðkendar, verða treytir settar, sum serliga snúgva seg um at avmarka dálkingina. Umhvørvisstovan skal harafturat fráboðast um allan útflutning av burturkasti.
 

Gamlir metallutir eru ofta dálkaðir við olju ella øðrum dálkandi evnum, og tí er umráðandi at goymslan av hesum fer fram á einum øki, sum er serliga innrættað til slíkt.
 

Tað er sostatt beinleiðis brot á umhvørvisverndarlógina at slíkt virksemi er byrja uttan góðkenning kann Umhvørvisstovan í ringasta føri krevja fyritøkuna burtur.
 

Ikki byrja uttan góðkenning

Er tú ein teirra, sum ætlar at fara undir at savna inn jarn ella metall annars, skal tú tí søkja um umhvørvisgóðkenning áðrenn tú byrjar títt virksemi. Umsókn um umhvørvisgóðkenning skal sendast til Umhvørvisstovuna. Umsóknarblað til umhvørvisgóðkenning fæst her. Umsókn um umhvørvisgóðkenning skal sendast til Umhvørvisstovuna.

Les meira…

Les meira her um umhvørvisgóðkenningar og síggj góðkenningar hjá virkjum, sum eru góðkend

Vilt tú vita meira?

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Eyð Eidesgaard, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost til us@us.fo.