Gamalt jarn kann dálka
Vegna høga metalprísin seinastu tíðina, hevur Umhvørvisstovan fingið fleiri fyrispurningar um at savna gamalt jarn og annað metal. Týdningarmikið er at gera greitt, at alt virksemi, sum umfatar goymslu av gomlum jarni og líknandi, er at meta sum serliga dálkandi og krevur tí umhvørvisgóðkenning.

Endurnýtsla og prísur fylgjast
Umhvørvisstovan fegnast um, at prísurin á metali hevur verið hækkandi seinastu árini; hetta hevur við sær, at burturkast, sum fyrr ikki var handilsliga áhugavert, nú er vorðið høgt í metum. Hækkandi prísurin fremur endurnýtslu av burturkasti, sum er beinleiðis í tráð við endamálsorðingina í umhvørvisverndarlógini.
Góðkenning er neyðug
Endamálið við umhvørvisverndarlógini er m.a. at fyribyrgja dálking við burturkasti og tað er lógarkrav, at goymslur til burturkast skulu umhvørvisgóðkennast. Sostatt er tað beinleiðis brot á lógina at fara undir virksemi, sum fevnir um at savna inn og hava goymslur av jarni og øðrum metali, uttan góðkenning. Tá goymslur til burturkast verða góðkendar, verða treytir settar, sum serliga snúgva seg um at avmarka dálking. Umhvørvisstovan skal harafturat hava fráboðan um allan útflutning av burturkasti.
Gamlir metallutir eru ofta dálkaðir við olju ella øðrum dálkandi evnum, og tí er umráðandi, at goymslan av hesum fer fram á einum øki, sum er serliga innrættað til slíkt.
Ikki byrja uttan góðkenning
Er tú ein teirra, sum ætlar at fara undir at savna inn jarn og metal annars, skal tú beinanvegin søkja um umhvørvisgóðkenning. Tað er beinleiðis brot á umhvørvisverndarlógina at byrja uttan góðkenning. Umhvørvisstovan kann í ringasta føri krevja fyritøkuna burtur.
Les meira her um at søkja um umhvørvisgóðkenning her.
Umsóknarblaðið
Umsóknarblað til umhvørvisgóðkenning fæst her. Umsókn um umhvørvisgóðkenning skal sendast til Umhvørvisstovuna.
Les meira…
Les meira her um umhvørvisgóðkenningar og síggj góðkenningar hjá virkjum, sum eru góðkend
Vilt tú vita meira?
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Eyð Eidesgaard, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost til us@us.fo.