Fyrsta svanamerkta virki
Umhvørvisstovan fegnast um, at Føroyaprent sum tað fyrsta føroyska virkið yvirhøvur, er svanamerkt. Á samkomu hósdagin 21. februar 2008, fekk Føroyaprent norðurlendska umhvørvismerkið handað frá norðurlendska stovninum, sum veitir fyritøkum og vørum Svanamerkja-góðkenning
– Umframt viðurkenningina sparir prentsmiðjan pening við at hugsa um umhvørvið, serliga tí at minni pappírspill og orkusparing hava beinleiðis við sær peningaligan vinning, upplýsti Føroyaprent.
Svanamerkið, sum Føroyaprent hevur fingið, ber í sær, at fyritøkan hevur umskipað arbeiðshátt og brúkar pappír, prentlitir og annars ta bestu rávøruna í umhvørvishøpi á marknaðinum.
Svanamerktar prentsmiðjur skula m.a. liva upp til krøv viðvíkjandi:
• at brúka umhvørvisrætt pappír
• at brúka vegetabilskar prentlitir
• at endurnýta prentlutir
• at minimera pappírspill og burturkast
• orkusparing og at brúka endurnýggjandi orku
• attlitið at tí evnafrøðiliga arbeiðsumhvørvinum
Norðurlendski Svanamerkjastovnurin fer at hava eftirlit við Føroyaprent í framtíðini. Eftirlitið verður gjørt við at Føroyaprent regluliga skal senda Svanamerkjastovninum upplýsingar, og viðhvørt kemur eftirlitsfólk til Føroyaprent.
Les meiri um Svanamerkið á www.ecolabel.dk