Fyrsta frábýti í 3D
Frystitunlarnir í Fuglafirði eru nú frábýttir sum sjálvstøðugir eigindómar
Stutt undan árskiftinum vóru frysti- og goymslutunlarnir í Fuglafirði skrásettir sum sjálvstøðugir eigindómar í matriklinum.
Tað serliga við hesum frábýtinum er, at tunlarnir eru undir øðrum eigindómum. Heimildin at gera slík frábýti kom í Matrikullógina sum broyting hin 25. mai 2009, og hetta er fyrsta frábýtið av bygningsverkum undir jørð í Føroyum.
Í mun til eigindómar omaná, sum eru ”flatir”, eru tunlarnir skrásettir rúmliga.
Talan er um ein høvuðstunnil, 2 frystitunlar og 3 goymslutunlar. Tunlarnir eru ymiskir til støddar – tann minsti er um 100m langur, og tann longsti o.u. 185m.
Á stóru myndini síggjast tunnlarnir uppmerktir undir lendinum.
Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, á tlf 342400 ella umvegis teldupost peturn@us.fo.