Fyrisitingarlógin ikki galdandi fyri útskiftingarnevndir
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt tvey principiel kærumál um útskiftingar
Niðurstøðan hjá umboðsmanninum er, at útskiftingarnevndir ikki kunnu roknast sum partur av almennu fyrisitingini, og tí hevur umboðsmaðurin ongar heimildir at kanna hesar. Ein avleiðing av hesum úrskurði er, at hvørki fyrisitingarlógin ella lóg um alment innlit eru galdandi fyri útskiftingar. Í staðin fyri skulu umbønir um innlit í útskiftingarmál viðgerðast eftir § 41 í rættargangslógini
Í Føroyum hevur verið arbeitt við skipaðum útskiftingum síðan 1927. Útskiftingar verða framdar av serligum útskiftingarnevndum, sum hava ábyrgd av tí ítøkiliga málinum. Umhvørvisstovan veitir eftir tørvi útskiftingarnevndini landmátara- og skrivstovutænastur. Úrskurðirnir hjá útskiftingarnevndum kunnu kærast til yvirútskiftingarnevndina, har sorenskrivarin er formaður.
Útskiftingar eru stórmál. Ein útskifting innangarðs er ein samanlegging av fleiri jarðarlutum, ið ein eigari hevur í bønum, í størri eindir. Ein uttangarðsútskifting er eitt uppbýti av haga i hóskandi hagapartar. Umhvørvisstovunar partur í innangarðs útskiftingum fevnir vanliga um fleiri ársverk, meðan uttangarðs útskiftingar ikki eru eins fyrisitingarliga tungar.
Tey ítøkiligu kærumálini snúðu seg um, at kærararnir vildu vera við, at ein umsøkjari hevur eitt rættarkrav um, at eitt útskiftingarmál skal fremjast innan eina ávísa tíð. Víst var í hesum sambandi til fyrisitingarlógina og vanligar fyrisitingarligar mannagongdir. Útskiftingarformaðurin vísti hinvegin á, at talan er um eitt so sermerkt málsøki, at hetta ikki kemur inn undir vanligar fyrisitingarligar reglur.
Í báðum málum kom umboðsmaðurin til ta niðurstøðu, at útskiftingarnevndirnar og yvirútskiftingarnevndin ikki kunnu roknast sum almennir fyrisitingarligir myndugleikar. Tí vísti umboðsmaðurin málunum frá sær, sambært § 4 í umboðsmanslógini.
Avleiðingin av hesum avgerðunum er, at útskiftingarnevndir og yvirútskiftingarnevndin eru at rokna sum dómsvaldslíknandi myndugleikar. Umbønir um innlit í útskiftingarmál skulu tí viðgerðast eftir § 41 í rættargangslógini.
Í mun til fyrisitingarlógina og lóg um alment innlit, inniheldur § 41 í rættargangslógini ongar ásetingar um partshoyringar. Har aftur at er ongin heimild til at útflýggja innanhýsis skjøl hjá nevndunum, eins og sonevnda meirinnlitsprincippið ikki er galdandi.
Myndirnar eru tilvildarligar.
Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, á tlf 342400 ella umvegis teldupost peturn@us.fo.