Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fyrilestur um haru og haruveiðu

Serfrøðingur í náttúrumálum vitjar í Føroyum í samband við haruveiðu

Í døgunum 1. – 7. november 2010 vitjar norðmaðurin Jon Barikmo, sjálvur annar saman við náttúrufotografinum Lars Løfaldli, í Føroyum í samband við, at hann skrivar bók um haru og haruveiðu.

Jon Barikmo starvast dagliga í Direktoratet for Naturforvaltning í Tróndheimi, ið m.a. umsitur mál um náttúrufriðing og náttúruumsiting, fríluftslív, jakt og sportsfiskarí í Noreg. Jon er seksjónssjef fyri teirri deildini, ið m.a. umsitur lívfrøðiligt margfeldi, veðurlagspolitikk v.m.; og altjóða viðurskifti og ásetingar í hesum høpi. Jon hevur síðan 1965 verið ágrýtin haruveiðimaður, og hann hevur áður skrivað um evnið, m.a. bókina “Harer og harejakt” (Gyldendal 1997).

Arbeiðsheitið á ætlaðu bókini er “Hunting Hares Worldwide”, har Jon ætlar at fáa lýst haruna, haruveiðu, veiðimentan og eisini matmentanina, ið hongur uppivið, í ikki færri enn 10 ymiskum londum kring um í heiminum. Lars Løfaldli skal fáa myndatilfarið til vega at lýsa ymsu støðini.

At haran í síni tíð varð sett út í Føroyum, og at hettar eydnaðist somikið væl, at haruveiða er vorðin ein vælumtóktur táttur í føroyskari veiðimentan, hevur vakt áhuga hjá Jon. Tað hevur tí verið ynski hansara at koma í samband við fólk, sum kenna væl til haruveiðu í Føroyum, og at sleppa við á haruveiðu her til tess at síggja sjálvur, hvussu vit bera okkum at í mun til aðrastaðni í heiminum. Eisini ynskir hann at hitta fróðarfólk á máli um evnið.

Jon Barikmo hevur heitt á Trónd Leivsson, landsskógarvørð, um at hjálpa sær við fyriskipan av ferðini í Føroyum. Verkætlanin hevur allastaðni møtt vælvild, og tað hevur eydnast at fáa tilsøgn frá fólki kring landið, soleiðis at Jon og Lars skuldu kunna sloppið á haruveiðu mestsum allar dagarnar, teir steðgað her. Eisini hevur eydnast at fáa tilsagnir somikið spjatt kring landið, at til ber at laga seg eftir veðrinum og líkindunum.

Jon Barikmo hevur lovað at halda ein fyrilestur/eina framløgu um haru og haruveiðu, har hann, umframt at taka støði í norskum og norðurlendskum viðurskiftum, eisini fer at siga frá haruveiðu í m.a. Póllandi, Grikkalandi, Russlandi og Mongolia. Framløgan verður á norskum, og tiltakið er ókeypis, eins og tað er ikki neyðugt at tekna luttøku frammanundan.

Stóru myndina eigur Jens Kjeld Jensen úr Nólsoy

Fyrilesturin verður í Glæmuni í Kvívík hóskvøldið 4. november kl. 20.

 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo