Fundarrøð um matrikularbeiði.
Umhvørvisstovan skipar í hesum døgum fyri kunningarátaki fyri kommunalu fyrisitingunum
Rættiliga fitt av samskifti er við aðrar myndugleikar, tá broytingar verða gjørdar í matriklinum – skrásetingingini av føstum eigindómi. Kommunurnar leiklutur er sentralur, og tí fer Umhvørvisstovan sum matrikulmyndugleiki nú at tosa við kommunurnar um matrikularbeiðið og broyttu lóggávuna á økinum.
Matrikullógin er nýliga dagførd, og hon varð broytt á avgerandi økjum. M.a. eru konsekvens-broytingar gjørdar í mun til lóg um landsjørð, so til ber at býta frá rakstrarbygningar á festijørð, og liberaliseringar eru gjørdar viðvíkjandi uppbýti av privatari jørð. Greitt verður frá broytta lógargrundarlagnum.
Broytingar í matriklinum eru tengdar tætt at kommunalari økisskipan eftir býarskipanar¬lógini. Nomið verður við broytingarnar, sum gjørdar eru í býarskipanarlógini.
Gjøldini fyri matrikulmál eru hækkaði.
Matrikuleru broytingarnar verða lýstar, og hvørjar mannagongdir skulu fylgjast í hvørjum einstøkum føri. Dentur verður lagdur á fyrireikingina av málunum, og hvussu kommunala viðgerðin kann hjálpa til eina so smidliga og skjóta málsviðgerð, sum gjørligt.
Fundarátakið verður í viku 45.
Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, á tlf 342400 ella umvegis teldupost peturn@us.fo.