Fuglafjarðar kommuna fingið góðkenda spillivatnsætlan
Nú hava 24 av teimum 30 kommununum fingið góðkent sínar spillivatnsætlanir.
Av teimum 30 kommunum í Føroyum hava 24 kommunur fingið spillivatnsætlaninar góðkendar, t.v.s. at teirra ætlanir lúka ásetingarnar í §§ 8-13 í spillivatnskunngerðini. Hetta merkir, at ætlanirnar, sum fevna um spillivatn frá øllum húsarhaldum, virkjum og virksemi í kommununi, staðfesta at spillivatnið eftir reinsing verður leitt gjøgnum lokaða skipan beinleiðis á sjógv við góðum vatnskifti, og at spillivatnsskipanin er liðug innan 1. januar 2015.
Afturat hesum 24 kommununum, hava tríggjar kommunur latið inn spillivatnsætlan, men kann ætlan teirra ikki góðkennast orsakað av, at kommunurnar ikki halda tíðarfreistina fyri nær spillivatnsskipanir skulu vera lidnar. Hesar kommunur eru Klaksvíkar, Sands og Runavíkar kommunur, ið siga seg ikki vera førar fyri, at fáa spillivatnsviðurskiftini í rættlag fyrr enn ávikavist í 2020, 2025 og 2030.
Spillivatnsætlanirnar hjá Vága og Sørvágs kommunum verða viðgjørdar í løtuni, og skulu nakrar broytingar gerast áðrenn ætlanirnar kunnu góðkennast. Dagførdar ætlanir frá hesum báðum kommunum eru ávegis.
Skopunar kommuna hevur enn ikki latið nakra ætlan til góðkenningar.
Góðkenningarskrivini kunnu lesast her
Almenna lýsingin av spillivatnsætlanunum er her
Les meira um spillivatn og spillivatnsætlanir her
Góðkenningar kunnu kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra eina góðkenning til Landsstýrismannin við umhvørvismálum. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 1. november 2013.
Nærri fæst at vita við at ringja Heidi Hansen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo