Froskar skulu ikki sleppast út
Umhvørvisstovan ávarar staðiliga móti at sleppa froskum og øðrum fremmandum dýrum út í urtagarðar ella náttúruna.
Froskar eru ikki partur av føroysku náttúruni. Tað kann fáa stórar, óynsktar avleiðingar fyri viðbreknu vistskipanina í Føroyum, um vit sleppa froskum út í urtagarðar, og teir haðani sleppa víðari út í náttúruna. Harafturat er hetta ikki loyvt.
Tað frættist, at nógvastaðni í Føroyum hava fólk seinnu árini fingið sær fyri at sleppa froskum út í hyljar, bæði í egnum urtagarði og úti í haganum. Tað er staðfest, at froskar kunnu trívast og nørast í Føroyum, og seinnu árini eru fleiri sløg av froskum funnin úti í náttúruni. Tá fá ella ongi rovdjór eru, sum kunnu halda teimum niðri, kann vera sera skjótt, at talið fer at vaksa nógv. Eisini er hugsandi, at í teimum hyljum har froskar byrja at nørast, eta teir larvur hjá flogkyktum og øðrum, sum er týdningarmikil føði hjá øðrum dýrum í føroysku náttúruni. At sleppa froskum út í urtagarðar er sum at spæla við eld í einum hoyggjhúsi.
Vit vita ikki, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera, men vit hava fleiri dømi um sera óhepnar avleiðingar av fremmandum dýrum í Føroyum, eitt nú rottu, flatmaðki, morsnigli og vespu.
Eitt tað kendasta dømið um skaðiliga innrás av fremmandum djóri er rørpaddan í Avstralia. Í 1935 vórðu 102 paddur sleptar út, so tær kundu eta nakrar klukkur, sum løgdu á sukurrør. Men paddurnar høvdu ongar nátúrligar fíggindar, og nørdu seg til tær vóru 200 milliónir í tali. Tær hava volt stóra minking í nógvum upprunadjórum so sum fýrbeinum og slangum í Avstralia.
Sambært kunngerð um innflutning av eksotiskum dýrum er bannað at innflyta fremmand dýr til Føroya uttan serligt loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og at sleppa fremmandum dýrum leysum í føroysku náttúruna er als ikki loyvt.
Umhvørvisstovan heitir á fólk um at minna onnur, sum ætla at seta froskar út, á, at hetta kann vera til stóran vanda fyri føroysku náttúruna, og at tað er bannað.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Sjúrður Hammer, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo