Freistin at senda spillivatnsætlan til góðkenningar er 1. januar 2011
Í løtuni eru nógvar kommunur og ráðgevandi fyritøkur, ið arbeiða av øllum alvi við at leggja síðstu hond á arbeiðið at gera spillivatnsætlan, sum skal latast Umhvørvisstovuni til góðkenningar. Freistin at senda spillivatnsætlanina til Umhvørvisstovuna er 1. januar 2011.
![](https://www.us.fo/wp-content/uploads/2023/06/spillivatnsmynd.jpg)
Tað eru longu nakrar kommunur, ið hava sent spillivatnsætlan til góðkenningar hjá Umhvørvisstovuni, og miðað verður eftir, at kommunurnar fyrst í komandi ári fáa svar um ætlanin kann góðkennast.
Spillivatnsætlanin skal lýsa, hvussu kommunan komandi fýra árini fer at skipa arbeiðið at leiða spillivatnið burtur, so ásetingarnar í spillivatnskunngerðini verða hildnar. Sambært spillivatnskunngerðini skulu allar verandi útleiðingar verða leiddar á sjógv við góðum vatnskifti í seinasta lagi 1. januar 2015.
Les meira um spillivatn og spillivatnsætlanir á okkara evnissíðu um spillivatn
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo