Framvegis vøkstur í CO2 útlátinum
Samlað útlátið av vakstrarhúsgassi í 2020 var 1,3 mió. eindir av CO2, sum er 4,7 % hægri enn í 2019. Eftir at útlátið av vakstrarhúsgassi, serliga CO2, var rættiliga støðugt fram til 2016, øktist útlátið ógvusliga í 2017 við nærum 20 %. Í 2018 var vøksturin 12 %, í 2019 6 % og í fjør var vøksturin sum nevnt knøpp 5 %. Seinastu fýra árini er útlátið vaksið knøpp 50 %.
Um vit ikki rokna bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum við, var útlátið í 2020 1,0 mió. tons av CO2 eindum, sum er 3,6 % hægri enn í 2019 og vøksturin seinastu fýra árini hevði verið á leið 25 %.
Í Føroyum eru tríggjar høvuðkeldur til útlát av vakstrarhúsgassi:
• Orka (brenning av olju og burturkasti) – 87,3 %
• Nýtsla av F-gassi – 10,4 %
• Landbúnaður – 2,3 %
Økt oljunýtsla, men eisini øking í útlátinum av F-gassi, eru høvuðsorsøkirnar til, at samlaða útlátið er økt síðani 2017.
Áleið 87 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2020 stavaði frá nýtslu av brennievni. Nýtsla av brennievni kann skipast í átta brúkarabólkar. Blái parturin í myndini niðanfyri vísir býtið millum brúkarabólkarnar, settir upp eftir stødd.
Eins og vanligt, áttu fiskiskipini eisini í 2020 størsta partin, góð 40 %, av samlaða útlátinum av vakstrar¬húsgassi. Býtið millum føroysk og útlendsk fiskiskip er nærum helvt um helvt, tey útlendsku hava tó munin. Útlátið frá fiskiskipum øktist við 1,7 % í 2020 í mun til 2019.
Næststørsti bólkurin var el- og hitaframleiðsla, sum átti 14 % av samlaða útlátinum. Útlátið frá elframleiðslu øktist 0,8 % í 2020 í mun til 2019
Ein annar stórur bólkur vóru F-gass, sum áttu 10 % av samlaða útlátinum. Vøksturin frá 2019 til 2020 er roknaður til at vera 1,4 %.
Í mun til fiskiskip, har møguleikarnir at minka um útlátið eru meira avmarkaðir, so ber munandi betri til at minka um útlátið av CO2 frá elframleiðslu og at minka um nýtslu av F-gassi.
Nýggjastu tølini vísa enn einaferð á stóra tørvin á at seta tiltøk í verk at skerja útlátið av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi. Í uppskotinum til orku- og veðurlagspolitikk, sum var til hoyringar í vár, varð mælt til 25 átøk at seta í verk fyri at leggja um til varandi orkukeldur og fyri at minka samlaða útlátið av CO2 Les uppskotið her
Teksturin dagførdur: 30-07-21
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo