Framleiðsla av plastbátum umhvørvisgóðkend
Sp/f Univice í Runavík hevur fingið umhvørvisgóðkenning til sítt virksemi á Rókahavnini. Univice byggir bátar úr plasti við glastrevjum. Flestu bátarnir verða seldir til grønlendska marknaðin.
Í framleiðsluni verða evni sum styren, herdari, voks og paraffinloysingur nýtt. Í góðkenningini er dentur lagdur á, at kemikalii verða goymd rætt og at luftútlát verður leitt burtur á rættan hátt. Eisini er dentur lagdur á, at burturkast verður burturbeint á rættan hátt.
Umhvørvisgóðkenningin setur eisini m.a. krav um árliga umhvørvisfrágreiðing, har virkið skal greiða frá árligari nýtslu av kemiskum evnum og møguligum dálkingaróhappum og nøgdina av burturkasti um ári.
Avgerðin kann kærast til Heilsu- og innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi og persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, ella til us@us.fo, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. september 2017.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vivie Kirke Davidsen, telefon 342400 ella us@us.fo