Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fotoflúgving í 2008

Umhvørvisstovan arbeiðir við ætlanum um at fotografera partar av landinum í 2008.

Í ár eru 50 ár liðin, síðan fyrsta landsumfatandi fotoflúgvingin varð gjørd í Føroyum. Danski stovnurin Geodætisk Institut skipaði fyri teirri fyrstu fotoflúgvingini í 1958. Í 1988 blivu Geodætisk Institut og Matrikeldirektoratet samlað í ein stovn, Kort- & Matrikelstyrelsen.

Onnur fotografering bleiv gjørd í 1965, og tá var tað Matrikulstovan, ið skipaði fyri. Síðani eru flúgvingar gjørdar við jøvnum millumbili, og seinastu myndirnar eru frá 2004.

Umhvørvisstovan er í løtuni í gongd við at fyrireika eina nýggja fotoflúgving. Samráðingar eru við fotofelag um at taka myndir. Harumframt hevur Umhvørvisstovan sett seg í samband við kommunur og aðrar kortbrúkarar at vita, hvar tey halda, at myndir skulu takast.

Myndirnar kunnu sjálvsagt brúkast sum tær eru – sum myndir. Myndagóðskan er av slíkum slag, at tað ber at vaksa støddina nógvar ferðir. Myndatilfarið er eisini góð dokumentatión fyri, hvussu støðan var, tá myndin varð tikin.

Vanliga hava vit tikið myndir til at brúka sum tilfar í kortgerð. Tey seinnu árini eru tær serliga brúktar sum tilfar í myndakortframleiðslu (ortofoto), sum alt fleiri kommunur brúka sum eitt hent amboð í kommunalu umsitingini. Skulu grundkort ella myndakort gerast, er tað eisini ein fortreyt, at neyðugar myndir eru til taks.