Føstulávint og sminka
Fá góð ráð úr faldaranum Børn og kemisk evni
Tað er stuttligt at klæða seg út og smyrja seg, og júst nú tá føstulávint stendur fyri framman, fara nógv børn at nýta smyrsl tá ið tey klæða seg út, og kanska summi sjálvi fara at gera føstulávintsklæðini at ganga grýla í.
Mint verður á, at bæði sminka og annað, sum verður nýtt, kann innihalda skaðilig evni. Í faldaranum “Børn og kemisk evni”, sum Umhvørvisstovan gav út í 2008, eru m.a. tilmæli um sminku og tilfar til ítriv.
Um tú fylgir góðu ráðunum, er lætt at minka um vandan fyri ovurviðkvæmi
- Keypið CE-merkta sminku og tilfar til ítriv
- Veljið vørur uttan anga
- Veljið vørur uttan propyl- og butylparabenir til børn yngri enn 2 ár.
- Smyr eitt tjúkt lag av feitum svanamerktum andlitskremi sum undirlag áðrenn sminkan verður løgd á
- Ansa eftir at fáa alt burtur tá sminkan verður vaskað av aftur
- Brúka svanamerkt lím. Har mugu ikki vera ftalat og klorerað loysingarevni í
- Vaska hendurnar á børnum væl um tey hava verið við til at mála og líma
- Keypið ikki ítrivsvørur, so sum glimmur, máling ella lím, um tað er vandamerkt
Vilt tú hava meira at vita um børn og kemikalii, kanst tú venda tær til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni, telefon