Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Føstulávint og sminka

Fá góð ráð úr faldaranum Børn og kemisk evni

Tað er stuttligt at klæða seg út og smyrja seg, og júst nú tá føstulávint stendur fyri framman, fara nógv børn at nýta smyrsl tá ið tey klæða seg út, og kanska summi sjálvi fara at gera føstulávintsklæðini at ganga grýla í.

Mint verður á, at bæði sminka og annað, sum verður nýtt, kann innihalda skaðilig evni. Í faldaranum “Børn og kemisk evni”, sum Umhvørvisstovan gav út í 2008, eru m.a. tilmæli um sminku og tilfar til ítriv.

Við at fylgja tilmælunum kanst tú tryggja, at børnini ikki koma í samband við sminku, sum kann elva til ovurviðkvæmi, og tilfar til ítriv, sum inniheldur heilsuskaðilig evni.
Tað er tó ikki neyðugt heilt at lata vera við at smyrja seg á føstulávint. Eitt av tilmælunum fyri at minka um vandan fyri ovurviðkvæmi er at keypa sminku uttan anga, tí angi kann elva til ovurviðkvæmi.
Fyri at sleppa undan ftalatum og kloreraðum loysingarevnum tá føstulávintsklæðini skulu gerast ella tunnan málast, so eigur ítrivsmálingin at vera CE-merkt og límið at vera svanamerkt.

    

Um tú fylgir góðu ráðunum, er lætt at minka um vandan fyri ovurviðkvæmi

7 góð ráð til føstulávint
  1. Keypið CE-merkta sminku og tilfar til ítriv
  2. Velji vørur uttan anga
  3. Smyr eitt tjúkt lag av feitum svanamerktum andlitskremi sum undirlag áðrenn sminkan verður løgd á
  4. Ansa eftir at fáa alt burtur tá sminkan verður vaskað av aftur
  5. Brúka svanamerkt lím. Har mugu ikki vera ftalat og klorerað loysingarevni í
  6. Vaska hendurnar á børnum væl um tey hava verið við til at mála og líma
  7. Keypið ikki ítrivsvørur, so sum glimmur, máling ella lím, um tað er vandamerkt

Vilt tú hava meira at vita um børn og kemikalii, kanst tú venda tær til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni, telefon  342400 og spyrja eftir Eyð Eidesgaard.