Føroyskt vaksið tilfar til jólaprýði
Í viðarlundunum í Føroyum vaksa ymisk sløg av trøum og runnum, ið m.a. hava góðar brúkseginleikar til at gera jólaprýði úr, t.d. jóladekorasjónir, adventskransar, gravprýði o.s.fr.
Nú ódnarveðrið tíverri forkom so mongum trøum í viðarlundunum, er tilgongdin av grønum greinum v.m. serliga stór undan hesum jólunum. Gjørd verður tí ein roynd at fáa fólk at nýta sum mest av hesum tilfarinum, nú stákast verður til jóla, og fólk m.a. hugna sær við at gera jólaprýði o.tíl.
Á Gróðurstøðini í Miðhoydølum selja vit bæði træskivur til jóladekorasjónir, kubbar til nissumenn og høggustabbar; eins og greinar, sum t.d. kunnu nýtast at hanga adventsgávur í ella at hanga prýði í undir loftinum.
Somuleiðis selja vit grønar greinar í ymiskari stødd og av ymiskum træsløgum at nýta til dekorasjónir o.a. prýði; umframt t.d. heldur størri greinar at nýta sum t.d. trappuprýði, gravarprýði e.l. Eisini hava vit onkrar toppar (serliga av furu), ið eru góðir sum jólatrø.
Vit skulu nýta høvið at minna á brunavandan, sum kann standast av livandi ljósum í sambandi við jóladekorasjónir o.tíl. Prýðisgreinar, serliga grønu nálirnar, eru eldfimar, ikki minst eftir at hava staðið inni í eina tíð. Somuleiðis kunnu livandi ljós festa í træskivur o.tíl., um illa vil til. Latið tí ongantíð livandi ljós brenna í jóladekorasjónum e.l., um eingin er hjástaddur í rúminum. Nýtið trygg ljós, t.v.s. antin ljós sum hava innbygda trygd fyri at tey slokna, áðrenn tey eru niðurbrunnin, ella ljós, ið standa í brunatryggum mansjettum. Ansið altíð væl eftir, at nálir og greinar ikki koma ov nær loganum í ljósinum.
Havið altíð sløkkiútgerð tøka; t.d. brunateppi, eldsløkkjara ella vatnspann.
Træskivur og kubbar í jóladekorasjónum v.m. kunnu elva til fuktmerki á undirlagið; eitt nú í vindeygakarmum, borðplátum o.tíl. Gott er tí at seta ein borðisk ella líknandi undir jóladekorasjónirnar sum verju.
Á myndunum eru dømi um jólaprýði, har ávikavist bæði grønu greinarnar, konglar og træskivan/kubbin eru vaksin í føroysku viðarlundunum.
Avgreiðslan á Gróðurstøðini í Miðhoydølum er mánadag – fríggjadag frá kl. 12 – 16. Eisini ber til at ringja ordrar til tlf. 210922.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.