Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Føroyar hava nú fingið ozonreglur

Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum hevur í dag lýst kunngerðina um ozonoyðandi evni. Hetta merkir, at Føroyar nú hava fingið reglur fyri innflutningi, nýtslu og útfasing av ozonoyðandi evnum.

Nýggju reglurnar áseta, at tað ikki er loyvt at brúka ozonoyðandi evni í Føroyum. Tó eru ávís undantøk ta fyrstu tíðina. Fram til 1. februar 2011 er loyvt at innflyta og útflyta HCFC’ir eins og vanligt. Eftir 1. feb. 2011 er ikki loyvt at innflyta nýframleidd HCFC’ir, tó er loyvt at innflyta og brúka endurvirkað HCFC fram til 31. desember 2014, hetta er tó einans galdandi fyri røkt og tænastu av verandi skipanum.
Eftir 31. desember 2014 verður als ikki loyvt at brúka ozonoyðandi evni, herundir eisini HCFC-22 ("freon"), sum er tað ozonoyðandi evni, sum verður mest brúkt í Føroyum, serliga í køliskipanum umborð á fiskiskipum.
Eftir 31. desember 2016 skal mest sum allur útbúnaður, sum brúkar ozonoyðandi evni, verða tikin niður.
 

Krevur loyvi frá Umhvørvisstovuni
Fyritøkur, ið ætla at innflyta ella útflyta ozonoyðandi evni, skula søkja um loyvi frá Umhvørvisstovuni. Til tað endamálið hevur Umhvørvisstovan  gjørt eitt serligt umsóknarblað, sí her.
 

Kunngerðin setir altjóða reglur í gildi fyri Føroyar
Endamálið við kunngerðini um ozonoyðandi evni er at seta í gildið altjóða reglur fyri Føroyar, ið Føroya Løgting hevur samtykt. Hesar reglur eru Montreal protokollin, ið er um evni, sum bróta niður ozonlagið, og Annex VI í MARPOL sáttmálanum, ið regulerar útlát av ozonoyðandi evnum frá skipum.

Ásetingarnar í kunngerðini hava við sær, at Føroyar fara at hava reglur um ozonoyðandi evni, ið eru á sama støði sum okkara grannalond.

Sí nýggju kunngerðina í Kunngerðarblaðnum her (s.296).

 

Les meira um ozonoyðandi evni her.

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Jóhonnu Olsen, deildarleiðara, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.